Væl lønt sendifólk hjá Føroyum

Væl lønt sendifólk hjá Føroyum
Upp í 55.000 kr. netto um mánaðin. Nøkur størv verða lýst leys
Føroyar hava fimm sendistovur í øðrum londum.
 
22.01.2018 - 12:47

Tað er væl lønt starv at vera føroyskt sendifólk.

Í fjør fekk sendimaðurin í Moskva 55.000 kr. um mánaðin, sendimenninir í Reykjavík og London fingu 54.000 kr. og sendikvinna í Brússel fekk 44.000 kr. Og tað er netto mánaðarløn og útiviðbót, sum er skattafrí.

Sendimaðurin í Keypmannahavn, sum arbeiðir í uttanríkistænastuni í Føroyum, fekk 41.000 kr. netto í 2016. 

Hetta sæst í svari frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til Kára P. Højgaard, løgtingsmann. 

Faklig krøv

Somu fakligu førleikakrøv, sum vanliga verða sett fulltrúum í miðfyrisitingini, verða sett sendifólki, verður upplýst í svarinum.

Onnur krøv verða eisini sett teimum, sum gerast sendifólk.

Millum annað skulu tey hava drúgvar royndir við at samskifta við myndugleikar heima sum úti, og tey skulu vera álitisvekjandi og hava góð samstarvsevni og leiðsluroyndir. 

Í summum førum verða størvini lýst leys. Í øðrum førum eru sendifólk útsend úr uttanríkistænastuni.

Endamálið við flytingum millum heimatænastu og sendistovur er at tryggja, at sendifólkini hava dygga og dagførda vitan um uttanríkispolitisku áhugamál Føroya.

Harumframt hevur tað týdning fyri uttanríkistænastuna at fáa sendifólk heimaftur at arbeiða við tí vitan og teimum royndum, sum tey hava fingið í sendistovunum, stendur í svarinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053