Føroyar nevndar saman við Arktis í verjusemjuni

Føroyar nevndar saman við Arktis í verjusemjuni
Gott samstarv við Føroyar og Grønland alneyðugt fyri at tryggja góða verju í Arktis
Claus Hjort Frederiksen, verjumálaráðharri.
 
29.01.2018 - 12:26

Føroyar eru bara nevndar í sambandi við Arktis, Norðurpólsleiðina, í nýggju donsku verjusemjuni fyri 2018 til 2023.

Verjusemjan, sum varð gjørd í Danmark í gjár, er fyri alt danska ríkið, tí Danmark røkir verjuna í Føroyum og Grønlandi. Málsøkið er ikki yvirtikið. 

Í semjuni stendur, at menningin í Arktis, serliga í Grønlandi og í Føroyum, hevur avgerandi týdning fyri Danmark. 

Har stendur, at arbeiðið og hjáveran hjá verjuni í Arktis byggir á tætt samskifti við fólkið og myndugleikarnar í Føroyum og Grønlandi.

Styrkt og ment

Tað er neyðugt, at hetta samskiftið verður styrkt og ment í framtíðini, skal danska verjan røkja uppgávur sínar í Arktis.

Síðani verða nevnd nøkur øki, sum skulu mennast í Arktis í samstarvi við Føroyar og Grønlandi.

Avtalan um Arktis, sum var gjørd millum flokkar í Danmark í desember í 2016, heldur fram. 

720 mió. kr. eru settar av í játtanini til Verjumálaráðið til Arktis tey fimm árini, verjusemjan varar.

Harafturat eru settar av 235 mió. kr. til tiltøk í Grønlandi, so sum at rudda eftir amerikanska herin og íløgur í amboð, sum skulu brúkast til at beina fyri dálking í grønlendskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264