Leirvíkstunnilin stongdur fram til 31. mars

Leirvíkstunnilin stongdur fram til 31. mars
Leirvíkstunnilin verður stongdur mánadag til fríggjadag millum klokkan 22.00 og 06.00, og sunnukvøld stongir hann frá midnátt til klokkan 06.00.
 
01.02.2018 - 10:46

Bilar sleppa í gjøgnum tunnilin hvønn heilan tíma, og bilar í neyðsynjarørindum sleppa altíð í gjøgnum tunnilin, skrivar Landsverk á heimasíðu síni.

Tunnilin er stongdur, tí landsverk skal skróta, tað er at loysa leyst grót úr bergholsvegginum. 

Í 2006 vórðu 700 metrar skrótaðir, í 2011 vóru 800 metrar skrótaðir og nú verða so teir seinastu 800 metrar skrótaðir.

Men ætlar tú tær so eftir gamla Leirvíksvegnum, so ber tað heldur ikki til, tí Eysturkommuna boðar frá, at Leirvíksvegurin er stongdur fyri ferðslu,  tí at vegurin ikki er nóg tryggur til nógvu ferðsluna.

So tað er at brynja seg við toli, tí bilar sleppa í gjøgnum Leirvíkstunnilin hvønn heilan tíma til arbeiðið í tunlinum er liðugt 31. mars.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040