Bretskur dómstólur vil hava Assange handtiknan

Bretskur dómstólur vil hava Assange handtiknan
Ein bretskur dómstólur heldur fast við, at Julian Assange skal handtakast. Assange vil hava dómstólin at sleppa kravinum um handtøku
 
07.02.2018 - 10:04

Wikileaks-stovnarin hevur biðið dómstólin í London um at sleppa kravinum um, at hann skal handtakast, so hann kann fara av sendistovuni í Ekvador í bretska høvuðsstaðnum, har Assange hevur hildið til í meira enn fimm ár.

Boðini um, at hann skuldi handtakast, vórðu givin, tá Assange breyt regluna um, at hann kundi verða latin leysur móti veðhaldi.

Hann flýddi síðani í sendistovuna hjá Ekvador í London.

Myndugleikarnir í Ekvador góvu honum friðskjól og ríkisborgararætt. Men av tí at bretar hava givið boð um, at Assange skal handtakast, kundi hann ikki fara av sendistovuni í London og víðari til Ekvador.

Svenskir myndugleikar hava fyrr kravt at fáa Assange útflýggjaðan fyri ákærur um neyðtøku. Assange noktar seg sekan í ákærunum.

Í mai í fjør slepti Svøríki kravinum um at fáa Julian Assange útflýggjaðan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040