Gagnnýta gamlan tunnilsveg

Gagnnýta gamlan tunnilsveg
Eysturkommuna hevur fingið fyrispurning frá p/f Norðoyatunnlinum um gamla vegin í Leirvík til Norðoyatunnilin
 
18.02.2018 - 17:34

Norðoyatunnilin hevur fingið fyrispurning frá áhugaðum um at brúka tilfarið, sum er í vlegnum og slætta økið við mold. Tað stendur í gerðarbókini frá býráðsfundinum 5. februar. Men áðrenn P/F Norðoyatunnilin tekur støðu, skal EysturKommuna hoyrst í málinum.

Fundur hevur verið millum Eysturkommunu og Norðoyatunnilin. Á fundinum greiddu tunnilsumboðini frá, at eitt felag vil sleppa at keypa vegin, og ætlanin hjá felagnum er at brúka tilfarið til útstykking í Leirvík. Lendi, har gamli vegur er, verður síðani slættað og gjørt aftur í uppruna stand. 

Kostar 3 miljónir

Sjálvur vegurin er 250 metrar langur og 8 metrar breiður. Norðoyatunnilin við selja allan matrikkulin sum verður er á, - tað eru 8- 10-túsund fermetar fyri 89 krónur fermeturin. Prísurin er mettur til umleið 3 miljónir krónur. 

Umsitingin hjá Eysturkommunu mælir til at fara undir samráðingar við p/f Norðoyatunnilin um yvirtøku ella møguliga at keypa vegin, stendur í gerðarbókini hjá Eysturkommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655