Smá valstøð skulu teljast saman

Smá valstøð skulu teljast saman
Atkvøður á smáu valstøðunum skulu teljast upp saman við øðrum valstøðum. Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta vallógina.
 
18.02.2018 - 11:22

Valstøð, ið hava færri enn 200 veljara, skulu teljast upp saman við øðrum valstaði. Tað ætlar Sambandsflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið, um at broyta vallógina.
Av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu, heldur Sambandsflokkurin.

Flokkurin vísur á, at ein meginregla í løgtingslógunum um val til Løgtingið og val til føroyskar kommunur er, at valini skulu vera loyniligt. Millum annað verður sagt í lógunum, at atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram. Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring orsakað av hesum, sigur Sambandsflokkurin í viðmerkingum til uppskotið, sum tey hava lagt fyri tingið.

Meira er at frætta í tíðindum í útvarpinum klokkan 14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926