Luna byggir stórar aliringar til Víkar

Luna byggir stórar aliringar til Víkar
Víkar eru sera veðurhart alistað, vísur Bogi Jacobsen frá Luna á, og tí byggir alifyritøkan størstu aliringarnar í Føroyum higartil.
 
25.02.2018 - 14:14

Alifyritøkan Luna fyrireikar seg til at fara at ala laks á Víkum, sum er á norðursíðuni á Vágoynni.

Í tí sambandi letur Luna byggja tveir aliringar, sum eru 200 metrar í ummáli hvør. Størstu aliringar, sum higartil eru brúktir í Føroyum, eru 160 metrar í ummáli.

Aliringarnir verða bygdir á kaiøkinum Inni á Fjørð í Vestmanna, har sum gamla ferjulegan plagdi at vera. Teir kunnu hava eini 600 til 700 tons av fiski hvør.

Ætlanin er at leggja annan aliringin á Víkar beinanveg, so skjótt sum tað viðrar, men uttan at koyra fisk í hann. Tann seinni fer helst á økið útfyri Velbastað, og har verður fiskur koyrdur í. Men ætlanin er at báðir skulu á Víkar at liggja, tá allar royndirnar eru gjørdar við nøktandi úrsliti, sigur Bogi Jacobsen frá Luna við Vágaportalin.

Víkar sera veðurhart

Í samrøðuni við Vágaportalin vísir Bogi Jacobsen á, at Víkar eru sera veðurhart alistað, kanska tað harðasta í heiminum. Tí ætlar felagið fyrst, sum eina roynd, at leggja tann eina ringin har uttan fisk.

Sambært Boga Jacobsen vísa royndirnar við aling, at størri útgerðin er, meira tolir hon av ringum veðri og stórari havaldu, sum roknast kann við á Víkum.

Luna hevur fingið umhvørvisgóðkenning til at ala á Víkum. 

Men FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, kærdi hesa umhvørvisgóðkenning, og kæran liggur nú hjá Innlendismálaráðnum. Yvirfriðingarnevndin hevur eisini eina kæru frá FNU, sum biður nevndina ógilda loyvið hjá Luna á Víkum.

1412 fólk hava skrivað undir áheitanina hjá Føroya náttúru- og umhvørvisfelag um at friða Víkar í Vágum. Undirskriftirnar eru latnar Yvirfriðingarnevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523