Guðs gólv

Guðs gólv
- ein sending um eitt lag
 
27.02.2018 - 16:00

Í 1990 kom tónleikaverkið, "Tornið við heimsins enda" út í samband við 90 ára føðingardag William Heinesens. Tað vóru brøðurnir Oddur og Ólavur Jacobsen umframt Jóhann Petur Andreasen, sum skrivaðu tónleikin til verkið, ið telir níggju skeringar. Tónleikurin byggir á tekstir eftir William Heinesen við tveimum undantøkum, Mattheus og Longsul, sum Oddur skrivaði. Men aftanfyri stórfingnu fløguútgávuna, sum kom út í samband við níti ára føðingardag William Heinesens, lá sjónleikur við sama heiti, sum Egi Dam stóð fyri.

Hesin sjónleikur gekk fyri fullum húsum í Sjónleikarhúsinum í Havn. Brøðurnir, Ólavur og Oddur Jacobsen vórðu biðnir um at vera við til at skriva tónleikin til sjónleikin, sum var pallsettur tvær reisur, fyrstu ferð í 1985 og aðru ferð í 1988.

Undir seinastu pallsetingunum av sjónleikinum, Tornið við heimsins enda, byrjaði tankin um at innspæla løgini sum einstøk, liðug løg at taka skap í Ólavi Jacobsen. Við stuðli frá Tórshavnar kommunu, við hjálp frá millum øðrum Jóhannus á Rógvu Joensen, sum hevði góð sambond til danskar tónleikarar og tónasmiðir, fór hann til verka vid tí fyri eyga, at gera dreymin til veruleika.

Eitt av mongu góðu sambondunum, Jóhannus á Rógvu Joensen hevði, var danin, Torben Kjær, sum legði tónleikin til rættis. Hann flutti løg, sum vóru smíða á tveimum gittarum, til stór symfonisk verk. Tónleikur, sum millum annað bleiv innspældur av 47 mans stóra orkestrinum hjá Danmarks Radio og trimum av manningini í íslendska heimskenda bólkinum, Mezzoforte. Sungin av norðurlendskum solistum sum Tommy Kørberg og Sanne Salomonsen, umframt átta ára gomlu, Bjørg Poulsen, sum hevði arbeitt saman vid Ólavi fyrr, tá hon sang lagið hjá Ólavi og Oddi, Syngja sama lag.

Men á útgávuni, Tornið vid heimsins enda er eitt lag, sum kallast, Guðs gólv. Tad er hetta lagið, henda sending tekur útgangsstødi í. Tí hvat er Guðs gólv, hvør er hesin tekstur, William Heinesen skrivaði, hvat snýr hann seg um, og hvat sigur hann um høvundan, um okkum menniskju og um Guð? Og hvussu las Ólavur henda tekst fyri meir enn tríati árum sídan, tá leikurin var leiktur, og tá tónleikurin varð tikin upp, og hvussu lesur og skilur hann tekstin í dag? 

Sissal Kampmann legði sendingina til rættis.

Tú kanst lurta eftir sendingini her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797