50 dagar fongsul fyri harðskap

50 dagar fongsul fyri harðskap
Føroya rættur hevur dømt 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap móti einari kvinnu, sum koyrdi hýruvogn
 
01.03.2018 - 10:11

Ákærdi ella ákærda - tað stendur ikki á heimasíðuni hjá Sorinskrivaranum, um talan er um mann ella kvinnu -  noktaði sekt.

Men viðkomandi fekk dóm fyri at taka hart við báðum hondum um hálsin á hýruvognsføraranum. 

Hetta skal verða hent um kvøldið, 4. november í fjør, við peningasjálvtøkuna á Tinghúsvegnum í Havn.

Endurgjaldskravið er 4.000 krónur, men rætturin vísti tí til viðgerðar aðrastaðni. 

Dómurin er 50 daga treytaleys fongsulsrevsing, sum er vanliga revsingin fyri harðskap móti hýruvognsførarum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310