Puigdemont stillar ikki upp til forsetavalið

Puigdemont stillar ikki upp til forsetavalið
Valdsstríð í katalonsku loysingarrørsluni hevur fingið Carles Puigdemont at sleppa ætlanum at stilla upp til forsetavalið
 
02.03.2018 - 07:46

- Tú kanst ikki verða forseti í Katalona, tá tú situr í Brússel - meira enn 1.000 km burturfrá.

Tað viðgekk Carles Puigdemont, fyrrverandi forseti í Katalonia, í gjárkvøldið, - og at hann tí hevur tikið seg aftur sum forsetavalevni.

Ósemja í rørsluni

Loysingarrørslan er farin í tvíningar, eftir at stjórnin í Madrid tók sjálv-avgerðarrættin frá Katalonia. 

Annar vongurin í loysingarrørsluni vil fyrst og fremst taka valdið aftur frá stjórnini í Madrid við forseta og ráðharrum, sum kunnu stjórna. Men við ongum forsta, fær Katalonia ikki sjálvstýrið aftur. 

Hin vongurin stríðist fyri Puigdemont og rættinum hjá honum at virka sum forseti hóast tað hevði verið í útlegd - gjøgnum Skype úr Brússel, skrivar dr.dk.

Í útlegd

Spanski grundlógardómstólurin avgjørdi í januar, at Puigdemont ikki kann gerast forseti, um hann ikki er til staðar sjálvur.

Puigdemont flýddi saman við fleiri av ráðharunum til Belgia í fjør, tá hann saman við stjórnini í Katalonia varð koyrdur frá. Orsøkin var, at loysingarrørslan í heyst skipað fyri fólkaatkvøðu um loysnig.

Nú Puigdemont tekur seg aftur sum valevni, vísur hann í staðin á Jordi Sanchez, - hann situr varðhaldsfongslaður í Madrid. Hann kann tó veljast sum forseti, tí hann er ikki dømdur enn og er í Spania.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Fríggjadag 6. februar
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
203822
Fríggjadag 6. februar
RagnarRokk:Attila Csihar um Liturgy of Death
203781
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786