Kanningin av Bjarna Hammer steðgað

Kanningin av Bjarna Hammer steðgað
Statsadvokaturin hevur kannað málið um Bjarna Hammer og boðar í dag frá, at kanningin er steðgað.
 
12.03.2018 - 10:42

Statsadvokaturin, Henrik Plæhn, hevur í dag boðað frá, at kanningin av Bjarna Hammer í samband við brot av rúsevnislógina er steðgað. Sostatt verður eingin ákæra reist, og meira verður ikki gjørt við málið. 

Bjarni Hammer varð av Sosialinum lagdur undir at royna at skaffa ungum gentum hassj. Sosialurin handaði málið víðari til løgregluna, tí málið var sambært miðlinum so mikið álvarsligt.

LES EISINI: Bjarni Hammer lagdur undir at skaffa hassj

Statsadvokaturin hevur kannað málið, men kanningin er nú steðgað.

Statsadvokatinurin boðar í dag frá, at meira verður ikki gjørt við málið, tí eingin rímiligur varhugi er fyri, at Bjarni Hammer hevur gjørt nakað ólógligt. 

- Begrundelsen for min afgørelse er, at der ikke er nogen rimelig formodning om, at De har begået et strafbart forhold, skrivar Statsadvokaturin.

Eftir er tó spurningurin um disiplinermálið, og hetta skal fútin taka støðu til. Fútin hevur tó enn ikki kannað, um grundarlag er fyri at byrja eina disiplinersak ímóti Bjarna Hammer, tað skrivar in.fo.

John Kølbæk, fúti, sigur við in.fo, at hann nú fer at viðgera allir spurningar saman við ríkispolitinum, áðrenn støða verður tikin um, disiplinermál skal byrja.

Hoyr meira um málið í tíðindunum klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392