Maður doyði í ferðsluóhappi

Maður doyði í ferðsluóhappi
Maðurin, ið koyrdi bilin, ið rendi á tvær kvinnur í Havn seinnapartin í gjár, er deyður.
 
15.03.2018 - 12:23

Ein ferðsluvanlukku var í Havn í gjár.  Maðurin, ið koyrdi bilin, ið rendi á tvær kvinnur í Havn seinnapartin í gjár, er deyður.

Men enn er ikki greitt, um maðurin er deyður av ferðsluóhappinum. Sambært løgregluni, so bendir okkurt á, at maðurin hevur fingið dánilsi, meðan hann koyrdi bilin. 

Tað var um 17 tíðina í gjár, at ein bilur rendi á tvær kvinnur, ið gingu á gongubreytini við Jónas Broncskgøtu beint við Fróðskaparsetrið. Kvinnurnar vórðu báðar koyrdar á Landssjúkrahúsið.

Løgreglan sigur, at ongi vitni vóru til tilburðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334