Dátufelag strikað av Facebook

Dátufelag strikað av Facebook
Stórt dátufelag í Amerika hevur stolið Facebook-upplýsingar frá umleið triðja hvørjum amerikanara
 
18.03.2018 - 11:36

Dátufelagið Cambridge Analytica er strikað á Facebook.

Felagið varð stuðlað av Robert Mercer, sum er ein av teimum, sum letur flest pengar til Republikanska flokkin í USA. Sambært The Observer stýrdi Steve Bannon, sum var ráðgevi hjá Trump í Hvítu húsunum, eitt skifti Cambrigde Analytica.

Orsøkin til, at felagið nú er strikað av Facebook, er, at tey stjólu upplýsingar frá 50 milliónum Facebook-brúkarum. 50 milliónir svarar til triðja hvønn amerikanara, sum er á Facebook.

Talan er um higartil størsta ránið av dátum á Facebook. Endamálið var at síggja og ávirka, hvar amerikanskir veljarar fóru at seta sín kross á valinum í november í 2016.

Sambært New York Times og The Observer er talan um beinleiðis rán av Facebook-dátum hjá fólki.

Sambært Reutes fer høvuðsákærin í Massachusetts, Maura Healey, er ein kanning sett í verk eftir avdúkingarnar hjá New York Times og The Observer.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713