Nærri Brexit

Nærri Brexit
ES og Bretland eru komin ásamt um ein stóran part av avtaluni, sum tryggjar, at Bretland kann fara úr ES á ein virðiligan hátt
 
19.03.2018 - 15:36

Men spurningurin um markið millum Norðurírland og Írland er framvegis ikki loystur. 

Tað segði samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, á tíðindafundi eftir drúgvar samráðingar við bretska Brexit-ráðharran, David Davis.

Hann sigur, at ES og Bretland eru komin ásamt um eina skiftisskipan, tá Bretland formliga fer úr ES í mars 2019.

Skiftisskipanin endar nýggjársaftan í 2020.

- Í skiftistíðini sleppur Bretland ikki at vera við í avgerðum, sum ES tekur, tí landið er ikki longur limur í ES. Men Bretland sleppur at varðveita sínar fyrimunir í innara marknaðinum og tollsamgonguni, og Bretland noyðist tí at halda allar reglur, sum limalondini gera, sigur Barnier.

Skiftisskipanin umfatar eisini rættindi hjá teimum 4,5 milliónum ES-borgarunum, sum búgva í Bretlandi, og teir 1,2 milliónir bretarnar, sum búgva í ES-londunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392