USA í øðini inn á Kina

USA í øðini inn á Kina
Amerikanska stjórnin finst hvassliga at Kina, sum í gjár legði 25% í tolli á 128 amerikanskar innflutningsvørur, m.a. svínakjøt og vín
 
03.04.2018 - 11:18

Kinesarar tóku hetta stigið, eftir at amerikanski forsetin tók stig til at leggja avgjøld á stál og aluminium úr Kina.

Kina segði, at hetta varð gjørt fyri at verja síni áhugamál og at javnviga missin, sum kom av amerikansku avgjøldunum.

Atfinningarnar úr Hvítu Húsunum eru hvassar, skrivar BBC.

- Heldur enn at gera seg inn á rættvísa amerikanska útflutningin, eigur Kina at gevast við at skaða nationalu trygdina hjá US og at órógva altjóða marknaðin, sigur Lindsay Walters, talskvinna.

- Kinesiski vinnustudningurin og støðugu ovurframleiðslan er rótin í trupulleikanum í stálkreppuni, leggur hon afturat sambært BBC.

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur áður lýst Kina sum ein "búskaparligan fígginda" og hevur fráboðað fleiri handilstiltøk móti Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655