Fólkatalið í Íslandi veksur

Fólkatalið í Íslandi veksur
Tað er ikki bara í Føroyum, at fólkatalið veksur. Íslendingar fjølgast eisini. Fólkatalið er vaksið við 2.120 fólkum 1. ársfjórðing
 
03.05.2018 - 10:07

Tað er ikki bara í Føroyum, at fólkatalið veksur. Íslendingar fjølgast eisini. 

Fyrsta ársfjórðing í ár búðu tilsamans 350.710 fólk í Íslandi. 179.000 menn og 171.000 kvinnur. 

Fólkatalið er sostatt vaksið við 2.120 fólkum 1. ársfjóðring. 

Í høvuðsstaðarøkinum búðu 224.000 fólk og uttanfyri høvuðsstaðarøkið búðu 126.000, vísa tøl hjá íslendsku hagstovuni.

Í tølunum sæst, at 1.740 fólk fleiri fluttu til Íslands enn úr landinum 1. ársfjórðing. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302