Kringvarpið vísir Blank

Kringvarpið vísir Blank
Um tú ikki longu hevur sæð vælumtóktu, nýggju norsku ungdómsrøðina, so fært tú enn ein møguleika nú. Mánadagin byrjar Blank í sjónvarpinum
Mynd: NRK  
 
03.05.2018 - 15:38

Enn eina ferð er tað NRK, sum hevur gjørt ungdómstilfar, ið riggar.

Blank er nýggi ungdómssatsurin hjá norska kringvarpinum, og hevur sendingin longu fingið sera góð ummæli.

Tá tosað verður um ungdómssendingar, er tað ógjørligt ikki at nevna SKAM, sum skjótt gjørdist eitt ungdómsfenomen, ið tók verðina á bóli. Fleiri eru tey nokk eisini, sum høvdu væntað og vónað, at Blank fortaldi meira um lívið hjá Nooru, Evu ella Vilde eftir miðnám. Men soleiðis er ikki.

19 ára gamla Ella býr saman við vinkonu sínu, Susanne, í Oslo í Norra. Tær eru lidnar við miðnámsskúlan, og nú tekur Ella eitt ár, har hon arbeiðir og roynir at gerast klókari upp á, hvat hon skal við sínum lívi. 

ella_blank.png

Caption: 
Ella er 19 ára gomul og býr við vinkonu síni í Oslo.

Blank er ein sending men eisini eitt univers, og hetta tykist vera uppskriftin hjá NRK at fanga ungdómin.

Eins og við SKAM verða smá brot løgd út á heimasíðuna, sum so verða samlað til eina longri sending eina ferð um vikuna. Harafturat hava allir leikarar í Blank egnan vanga á sosiala miðlinum Instagram. Har kunnu brúkarar fylgja teimum ymsu persónunum í sendingini og fáa innlit í lív teirra - eisini tað, sum ikki verður víst í filmsbrotunum. 

Nú verður møguligt at fylgja við í sendingini í Kringvarpinum. Blank verður at síggja í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara.

Vit senda fyrsta partin mánadagin 7. mai klokkan 19.50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531