Hóttir við at avlýsa toppfundin

Hóttir við at avlýsa toppfundin
Norðurkorea hóttir við at avlýsa toppfundin millum norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong-un og amerikanska forsetan, Donald Trump
 
16.05.2018 - 09:35

Orsøkin er ein hernaðarvenjiing, sum amerikanarar halda saman við Suðurkorea. Tað skrivar suðurkoreiska tíðindastovan, Yonhap, sambært AFP.

Norðurkorea sigur, at tað hevur einki annað í at velja enn at avlýsa samráðingarnar við Suðurkorea, sum skuldu verða í dag, tí USA og Suðurkorea hava felags hernaðarvenjing.

Almenna norðurkoreiska tíðindastovan sigur hetta verða ágangandi framferð.

Trump og Kim Jong-un skulu eftir ætlan hittast í Singapore 12. juni. 

Viðurskiftini batnað

Í 2017 var ísakalt millum NorðurKorea og USA, eftir at Norðurkorea fleiri ferðir ikki aktaði boðum frá USA og altjóða samfelagnum, men helt fram við at royndarspreingja og royndaskjóta skotrakettir. 

Tað fekk millum annað Donald Trump til at hótta við at trýsta á kjarnorkuknøttin og fara í kríggj móti landinum.

Síðani eru viðurskiftini millum londini batnað, og norðurkoreiski leiðarin hevur bøtt um samskiftið við USA og við SuðurKorea.

Samtykt

Kim Jong-un hitti millum annað suðurkoreiska forsetan, Moon Jae-in, á søguligum toppfundi millum koreisku leiðararnar í síðsta mánað.

Tá skrivaðu leiðararnir báðir undir samtykt um, at teir skulu arbeiða fyri at eingi kjarnorkuvápn skulu vera á koreisku hálvoynnu.

Kim Jong-un og Moon Jae-in fevndust, eftir at teir høvdu skrivað undir avtaluna, har teir samdust um at fáa varðandi og haldgóðan frið millum londini bæði.

Síðani hevur ameirkanski forsetin sagt, at hann heldur at avtalan er dámlig, skriva Ritzau og AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360