Borgarstjóralønin hækkar 10.500 um mánaðin

Borgarstjóralønin hækkar 10.500 um mánaðin
Lønin hjá borgarstjóranum í Havn hækkar úr sløkum 64.000 um mánaðin upp í 74.560 kr. Hetta er ein mánaðarlig lønarhækking uppá góðar 10.500 krónur
 
22.05.2018 - 13:16

Men eftirlønin minkar nógv. Hon verður 15 %, sum eru góðar 11.000 kr. um mánaðin.

Sum er, kostar eftirlønin hjá borgarstjóranum kommununi slakar 63.000 krónur um mánaðin. Pengarnir verða settir av til eftirlønina.

Broytingarnar, sum býráðið í Havn skal taka støðu til hóskvøldið, spara kommununi 624.000 krónur um árið.

Borgarstjórin hevur rætt til fulla eftirløn, sum er næstan 800.000 krónur um árið, eftir átta ár í starvinum.

Men býráðið skal eisini taka støðu til, um býráðslimir skulu fáa eftirløn av sínum samsýningum og fundarpengum.

Lógarkravið er 12 %, men umsitingin hjá kommununi mælir til, at eftirlønin verður 15 %, sum hon er í flestu sáttmálum hjá fakfeløgunum.

Hetta fer at kosta kommununi okkurt um 350.000 krónur um árið.

Samtykkir býráðið hesar broytingar, skulu tær góðkennast í Fíggjarmálaráðnum, sum skal broyta kunngerðina um samsýning til kommunustýrislimir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012