Gera parkeringstunnil í Havn

Gera parkeringstunnil í Havn
Tórshavnar Býráð vil nú kanna møguleikan at gera ein parkeringstunnil millum parkeringsøkið á Skálatrøð og Jóannes Paturssonar gøtu.
Perkeringstunlar eru ikki ókendir aðrastaðni, sum hesin í norska býnum, Tromsø
 
25.04.2024 - 10:52

Talan er um ein tunnil, sum verður umleið 17 metrar breiður, og í tunlinum skal vera einvegis ferðsla, umframt skráparkering á báðum síðum. Eisini skal tveir metrar breið gongubreyt vera í tunlinum. 

Umsitingin hjá býráðnum mælir til, at tríggir arbeiðstakarar verða valdir út og hesir síðani fáa 150.00 krónur í part fyri at geva eitt tilboð uppá arbeiðið, sum lýkur ávís krøv fyri góðsku, og sum fevnir um eina heildararbeiðstøku. Eisini skal umsitingin fáa heimild at gera eina byggiskrá fyri ein komandi parkeringstunnil. 

Á býráðsfundi í gjárkvøldi varð samtykt, at hetta fyrireikingararbeiðið skal gerast nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542