Skjóttgangandi bátur rendi á land

Skjóttgangandi bátur rendi á land
Í gjárkvøldi fekk Brimil boð um, at ein skjót gangandi bátur hevði siglt á land í Hvítanesi
Mynd: Vørn  
 
11.06.2018 - 08:35

Ein maður var umborð á bátinum, sum hevði fingið stóran skaða eftir at hava siglt á land, upplýsir Vørn. 

Brimil tók bátin av aftur, og sigldi hann til Havnar.

Báturin var av slagnum 660 work polarcirkel.

Leygardagin fekk Brimil boð um, ein motorurin á einum seglbáti var steðgaður upp 20 fjórðingar suður úr Akrabergi.

Fólk frá Brimli royndu at fáa motorin í gongd aftur, men tað eydnaðist ikki.

Sambært Vørn sleipaði Brimil síðani seglbátin til Havnar, og var inni við honum leygarkvøldið.

Seglbáturin hevur siglt frá Isle of Lewis Stornoway og hevði kós móti Reykjavík. 

Báturin er skrásettur í Írlandi, men hevur týska manning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129