Útbúgvingin telur - ikki staðsetingin

Útbúgvingin telur - ikki staðsetingin
Politikararnir avgera, hvar hjálparfólkaútbúgvingin verður, sigur felagið hjá hjálparfólkum
Hjálparfólkaútbúgvingin verður í Hovi, hevur landsstýrið avgjørt.
 
12.06.2018 - 07:55

Útbúgvingin telur mest. Hvar hon verður, er ein politiskur spurningur. 

Hjálparfólkafelagið hevur nú sagt sína hugsan um ætlaðu hjálparfólkaútbúgvingina.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at sum fakfelag hevur tað stóran áhuga í eini útbúgving til limirnar.

Hvar útbúgvingin verður, mugu politikararnir avgera. Og teirra støða er, at tað besta er, at hon verður í Suðuroynni.

Nógvir spurningar 

Hjálparfólkafelagið hevur nógvar aðrar spurningar enn um staðsetingina um nýggju útbúgvingina.

Felagið spyr, hvør skal í skúla og hví. Felagið spyr eisini, hvat ástøði útbúgvingin gevur, sum betrar arbeiðsførleikarnar hjá hjálparfólkum.

Felagið vil millum annað eisini hava at vita, um setanartreytirnar gerast tryggari, og um fólk, sum hava hjálparfólkaútbúgving, verða tikin fram um tey, sum ikki hava hana.

Hjálparfólkafelagið spyr, um útbúgvingin gevur hjálparfólki meira í løn og, um fólk fáa góðskrivaðar aðrar útbúgvingar, sum tey hava.

Forkvinnan, Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen, sigur, at fremsta málið hjá Hjálparfólkafelagnum er at betra um treytir og kor hjá hjálparfólkum í Føroyum.

Felagið fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at ein útbúgving verður til hindurs fyri limir felagsins.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628