Norðurlendskir dómarar stuðla pólskum starvsfelaga

Norðurlendskir dómarar stuðla pólskum starvsfelaga
Óhefta rættarskipanin í Póllandi er hótt, siga dómararnir, tí nýggj lóg kann noyða 27 av 72 dómarum frá embætinum áðrenn lokið starvsskeið
Týsdagin 3. juli var stór mótmælisgonga í Warzawa í samband við umskipanina av pólsku rættarskipanini.
Mynd: Reuters  
 
09.07.2018 - 11:19

Norðurlendskir dómarar rópa nú varskó. Óhefta rættarskipanin í Póllandi er hótt, siga dómararnir, tí nýggj lóg kann noyða 27 av 72 hægstarættardómarum frá embætinum, fimm ár áðrenn starvsskeiðið er runnið.

Lógin, sum nationalkonservativa stjórnin í Póllandi fekk samtykta í parlamentinum, merkir, at meira enn triðihvør hægstarættardómari er í vanda fyri at verða settur frá.

ES-nevndin hevur hvassliga fordømt lógina, tí hon skal vera ein beinleiðis hóttan móti pólska rættarstatinum og tríbýtinum av valdinum. ES-nevndin hevur eisini tikið fyrsta stig til rættamál móti pólska statinum, tí lógin skal vera brot á reglurnar fyri limaskapi í ES.

Lógin lækkar pensjónsaldurin fyri dómarar í Hægsta rætti úr 70 niður í 65 ár. Dómarar, sum ikki vilja frá, tá teir eru 65, kunnu sambært nýggju lógini halda fram, um forsetin loyvir tí.

- Men ongar mannagongdir eru ásettar um avgerðina hjá forsetanum, og eingin møguleiki er fyri at royna avgerðina hjá forsetanum í rættinum, sigur ES-nevndin.

Danskir dómarar, tað merkir eisini teir, sum virka í Føroyum og teirra norðurlendsku starvsfelagar, stúra um gongdina í Póllandi. Og nú hava feløgini hjá teimum boðið pólsku dómarunum til Helsinki í august í eini roynd at stuðla teirra hótta óheftni. 

Michael Schøberg er formaður í danska dómarafelagnum, og hann segði millum annað við P1 Morgen, at støðan bæði er skelkandi og frustrerandi.

Formaðurin í danska dómarafelagnum hevur stóra virðing fyri dómaraforkvinnuni í pólska Hægstarætti, sum noktar at fara frá, hóast hon er farin um tey 65.

Hon hevur boðað frá, at tá summarferian er av, ja, so kemur hon aftur til arbeiðis, uttan mun til, hvat stjórnin vil ella ei.

Spurdur um, hvat ítøkiligt norðurlendsku dómararnir kunnu gera fyri at ávirka støðuna í Póllandi, sigur Michael Schøberg, dómaraformaður, at teir kunnu brúka altjóða frælsu fjølmiðlarnar, miðlarnir í Póllandi eru eisini lutvist frælsir enn, umframt at teir eisini kunnu fara til Póllands at vísa samhuga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098