Arktisk Kommando visti einki um venjingarnar

Arktisk Kommando visti einki um venjingarnar
Arktisk Kommando visti ikki um skotvenjingarnar 30. juni, sum vóru í føroyskum sjóøki, har skotið varð við skørpum, meðan skip vóru á fiskileið.
 
11.07.2018 - 08:19

Arktisk kommandi visti ikki um skotvenjingarnar 30. juni, sum vóru í føroyskum sjóøki, har skotið varð við skørpum, meðan skip vóru á fiskileið.

Tað sæst í svari frá danska verjumálaráðharranum, Claus Hjort Fredriksen, til Magna Arge, fólkatingsmann.

Tað er onki, ið forðar fyri venjingum ella hernaðarligum virksemi i í føroyskum øki, men atlit skulu takast til, at skip fiska og til møguligar forskriftir, ið Føroyar ella Danmark hava ásett, sæst í svarinum.

Danska verjan fer nú at royna at fáa til vega upplýsingar um tilburðin 30. juni, sæst í svarinum frá Claus Hjort Fredriksen, verjumálaráðharra, til Magna Arge, fólkatingsmann.

Fýra línuskip og ein trolari, sum royndu á Íslandsrygginum norður ímóti íslendska markinum, vórðu órógvað av venjingini, sum hvørki Vørn ella Arktisk Kommando visti nakað um.

Skipini fingu boð um at halda seg í minsta lagi 5 fjórðingar frá herskipunum, tí skotið var við skørpum.

Okkurt av skipinum hevði sett línu í økinum, har venjingarnar fóru fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541