Reyði Krossur Føroya latið 200.000 til Yemen

Reyði Krossur Føroya latið 200.000 til Yemen
Áleið 18,8 milliónir menniskju í Yemen hava tørv á humaniterari hjálp og verju, og 10,3 milliónir av teimum hava tørv á bráfeingis neyðhjálp.
Mynd: Reyði Krossur Føroyar  
 
13.07.2018 - 15:35

Reyði Krossur Føroya hevur latið 200.000 kr. til Yemen. Tað stendur á heimasíðuni hjá Reyða Krossi

Reyði Krossur skrivar, at felagið er til staðar í Yemen fyri at veita grundleggjandi og lívbjargandi neyðhjálp. Tvey ár av vápnaðum stríði hevur elvt til stóra oyðilegging í Yemen, umframt at fátækadømi og hungursneyð hava herjað í fleiri ár. Óteljandi bardagar og bumbubrestir hava javnað samfelagsbygnaðin við jørðina, og eingin almenn heilsutrygd er í landinum.

Ein avleiðing av vápnaða stríðnum er millum annað, at tað er torført at fáa mat inn í landið, og at tað alsamt verður verri at fáa fatur á drekkivatni. Áleið 18,8 milliónir menniskju í Yemen hava tørv á humaniterari hjálp og verju, og 10,3 milliónir av teimum hava tørv á bráfeingis neyðhjálp.

Tí hevur Reyði Krossur valt at lata Yemen 200.000 krónur. Sambært felagnum kunnu 50 krónur geva mat til eitt barn í Yemen í tríggjar vikur, og 430 krónur røkka til at geva einari familju í Yemen eitt skýli við neyðugari útgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189