Málið um Næraberg fyri Føroya Rætt

Málið um Næraberg fyri Føroya Rætt
Vørn mælir til, at uppsjóvarskipið Næraberg fær 1.550.000 krónur í bót fyri at blaka fisk aftur í havið
Tá Næraberg kom á Fuglafjørð um seks tíðina í gjárkvøldi, stóðu politiið og fólk frá Vørn fyri skipinum
Mynd: Savn  
 
15.07.2018 - 13:40

Grein-44 í lógini um sjófeingi sigur, at tað er bannað at blaka veiðu fyri borð.

Eygleiðari frá Vørn hevur verið við Nærabergi henda síðsta túrin, meðan skipið hevur fiskað svartkjaft. Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Fiskiveiðieftirlitinum undir Vørn, upplýsir fyri útvarpinum, at eygleiðarin kundi staðfesta, at fiskur varð blakaður fyri borð. Eygleiðarin gjørdi eisini skiparan á Nærabergi varugan við, at hetta er brot á lógina. Sambært deildarstjóranum á Fiskiveiðieftirlitinum eru eisini ábendingar um, at Næraberg er soleiðis innrættað umborð, at til ber at lata fisk beinleiðis aftur í havið.

Tá Næraberg kom á Fuglafjørð um seks tíðina í gjárkvøldi, stóðu politiið og fólk frá Vørn fyri skipinum. Skiparin á Nærabergi varð avhoyrdur, og somuleiðis vóru teir av manningini, sum standa við skiljibandið, har útblakingin skal vera farin fram, avhoyrdir sum vitni. Tað er tó bara skiparin á Nærabergi, sum er skuldsettur í málinum. Eygleiðarin hjá Vørn hevur gjørt sínar kanningar umborð, og Vørn hevur latið alt sítt tilfar til løgregluna. Jóhan Simonsen, deildarstjóri, vil ikki upplýsa, hvussu stórar nøgdir av fiski, talan er um, sum skulu vera blakaðar fyri borð av Nærabergi. Jóhan Simonsen sigur seg ikki minnast líknandi mál um útblaking av fiski.

Vørn hevur ikki havt eygleiðarar í føstum starvi, men í staðin brúkt eina mannagongd, har leyst knýttir eygleiðarar eru brúktir stytri tíðarskeið, og í samband við ymsan fiskiskap. Men fyrr í ár vórðu tveir eygleiðarar settir í fast starv hjá Vørn, og teir hava síðani røkt eygleiðarauppgávurnar. Hetta er tó fyrstu ferð, at eygleiðari er umborð á Nærabergi, og Vørn veit tí ikki, um útblaking er farin fram fyrr umborð á Nærabergi.

Nýggja lógini um fyrisiting av sjófeingi leggur upp til, at bótin fyri at bróta lógina skal ásetast við atliti til lønsemi í viðkomandi fiskiskapi. Eisini leggur lógin upp til, at sektirnar í størru skipabólkunum skulu hækka, soleiðis at lógarbrot ikki gerast eitt kappingarbarometur, tí lógarkarmarnir eggja reiðaríunum til at bróta lógina. Ein standardbót fyri nóta- og ídnaðarskip fyri vanligt brot á lógina um sjófeingi er sambært Vørn 650.000 krónur. Men Vørn metir í hesum ítøkiliga føri, at brot av hesum slag - tað vil siga útblaking av fiski - eigur at føra við sær 1.550.000 krónur í bót. Tað verður tó í síðsta enda Føroya Rættur, sum ásetir bótina.

Tá politiið fór umborð á Næraberg í Fuglafirði í gjárkvøldi vórðu pappírini hjá skipinum tikin, og skipið fekk forboð fyri at loysa. Um middagsleitið í dag veitti reiðaríið hjá Nærabergi trygd fyri upphæddini, sum tað stendur til at fáa í bót. Tí kann Næraberg loysa aftur. Skipið skuldi bunkra olju í Fuglafirði, áðrenn tað skal landa í Kollafirði. Politiið hevur ongar upplýsingar fingið um, hvørt skiparin játtar seg sekan í at hava brotið lógina um sjófeingi. Útvarpið hevur verið í samband við Hanus Hansen, reiðara, men hann hevur onga viðmerking til málið. Eftir avhoyringar í gjárkvøldi er politiið liðugt at skriva sína frágreiðing um málið, og tað verður nú latið ákæruvaldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985