Mentamálaráðið onga skrivliga viðgerð av Hoydølum

Mentamálaráðið onga skrivliga viðgerð av Hoydølum
Einki skjal finst í Mentamálaráðnum um viðgerðina av teimum meira enn 50 uppskotunum, sum komu inn um, hvat økið í Hoydølum kundi brúkast til
Einki skjal finst í Mentamálaráðnum um viðgerðina av teimum meira enn 50 uppskotunum, sum komu inn um, hvat økið í Hoydølum kundi brúkast til
Mynd: savn  
 
15.07.2018 - 09:14

Útvarpsstøðin R7 bað um innlit í málið, nú LISA og Tjóðsavnið hava fingið Hoydalar til sítt virksemi, men Mentamálaráðið svarar, at ráðið hevur viðgjørt innkomnu uppskotini innanhýsis, men at skjøl eru ikki til taks at lata innlit í. Ráðið sigur, at avgerðin verður grundgivin í tí tíðindaskrivinum, sum var almannakunngjørt 3. juli. Tað skrivið er sera stutt, og har stendur, at "Mentamálaráðið hevur viðgjørt tey 52 uppskotini, sum komu inn til hugskotskappingina um Hoydalar, og avgerð er tikin um at samantvinna tvey av uppskotunum".

Men ráðið hevur sambært svarinum til umsóknina um innlit til R7 einki fest á blað um hesa viðgerðina, hóast vit í Føroyum hava skrivliga fyrisiting. Tá Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna 15. juni spurdi Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, hvussu gekst við viðgerðini av øllum innkomnu uppskotunum, svarar landsstýriskvinnan soleiðis: "Í viðgerðini av uppskotunum hevur yvirskipaða atlitið hjá Mentamálaráðnum verið, at uppskotini skulu koma flest møguligum borgarum at gagni, at tey skulu nøkta ein tørv, skapa virði fyri samfelagið, taka atlit at kommunalu frílendisætlanini og vera realistisk. Biðið var um verkætlanarlýsing og fíggingarleist, og hugt hevur eisini verið at hesum." Víðari sigur landsstýriskvinnan: "Hugsað hevur verið um, hvør tilgongdin er, og hvat tað krevur av orku, fígging og rakstri at fremja eitthvørt uppskot. Harumframt hevur verið havt í huga, hvønn stutttíðar ágóða uppskotið hevur, og hvussu langtíðarárinini kunnu hugsast at verða." Í svarinum til tingkvinnuna skrivar Rigmor Dam at enda soleiðis: "Eftir drúgva umrøðu av uppskotunum vænti eg, at endalig niðurstøða verður tikin um heilt stutta tíð".

Altso ein drúgv umrøða í Mentamálaráðnum, men sum sambært R7 ikki sæst aftur í skjalagoymsluni í ráðnum yirhøvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418