Upplýsa ikki hvat kongsvitjanin kostar

Upplýsa ikki hvat kongsvitjanin kostar
Landsstýrið hevur tó biðið løgtingið um 700.000 kr. í eykajáttan
Fríðrikur kongur og Mary drotning vera í Føroyum frá 11. til 14. juni.
 
30.04.2024 - 08:30

Landsstýrið upplýsir ikki, hvussu nógv kongsvitjanin í summar kostar landskassanum.

Siðvenja er ikki at meta um samlaðu nýtsluna í sambandi við almennar vitjanir, ella tá ið stjórnarráðini eru vertir fyri vitjanum yvirhøvur.

Ein partur av vanliga arbeiðsøkinum hjá stjórnarráðunum og almennum stovnum er at taka sær av og vera vertir í sambandi við almennar vitjanir.

Tað er svarið, sum Eiríkur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, fekk frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu.

 

Biðið um eykajáttan

Løgtingsmaðurin spurdi, hvussu nógv kongsvitjanin í summar kostar landskassanum, millum annað um umraðfestingar og arbeiðsorku, sum annars hevði verið brúkt til annað.

Ruth Vang sigur, at biðið er um eykajáttan til beinleiðis eykakostnaðin hjá landskassanum, sum vanlig játtan ikki røkkur til.

Løgtingið er biðið um 700.000 krónur.

Fríðrikur kongur og Mary drotning vera í Føroyum frá 11. til 14. juni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541