Atkvøða um átta mál í tinginum í dag

Atkvøða um átta mál í tinginum í dag
Tingfundur verður klokkan 13
Skúlabygningarnir á Frælsinum í Havn skulu høvuðsumvælast og umbyggjast til Fróðskaparsetrið. (Savnsmynd)
 
30.04.2024 - 11:41

Atkvøtt verður um átta mál á tingfundinum í dag.

Tvær triðju viðgerðir eru og seks aðru viðgerðir.

Bara ein fyrsta viðgerð er í dag. Hon er um uppskotið um at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum i Havn, har sum Læraraskúlin og Venjingarskúlin vóru.

Teir skulu brúkast til fróðskaparsetur.

 

13 milliónir aftrat

Fyrst var biðið um 24 milliónir. Nú er løgtingið biðið um 13 milliónir aftrat.

Kostnaðarmetingin hjá Landsverki er 37 mió. kr., nú tilboðini eru komin.

Og arbeiðið er størri nú, enn tað var, tá biðið var um 24 milliónir.

Tingfundurin í dag er klokkan eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541