Givin at leita

Givin at leita
Leitingin eftir fólki eftir at ein bilur var farin útav gamla leirvíksrvegnum og á sjógv er steðgað.
Mynd: HáR  
 
26.07.2018 - 06:41

Mynd: HáR

Leitingin bæði á sjógvi og landi er hildin uppat, eftir at ein persónbilur varð funnin á sjónum undir gamla leirvíksvegnum í gjár.

Einki fólk er saknað, so hildið verður fyri vist, at bilurin var tómur, tá hann fór á sjógv, 200 metrar norðan fyri nýggja húsið hjá SEV við leirvíksvegin.

Tað var stutt fyri middagssleitið í gjár, at løgreglan fekk boð frá fjallfólki í Leirvík um, at ein bilur var farin útav á gamla leirvíksvegnum og lá á sjónum.

Løgreglan fór á staðið saman við sløkkiliði og bátum, men staðfest varð skjótt, at einki fólk var í bilinum.

Bjargingarfólk hava leitað á landi eftir fólki, sum møguliga hava verið í bilinum, og kavarar hava leitað á sjónum.

Bilurin er tikin upp á land, og kavarar staðfestu, at einki fólk lá undir bilinum heldur. 

Lykilin stóð í bilinum, og bilurin, sum hevur automatiskt gear, stóð í neutral, í frígeari.

Løgreglan hevur funnið tann, sum eigur bilin, men bileigarin visti ikki, at bilurin var horvin ella, at nakar hevði tikið hann.

Í morgun ber ikki til at fáa nakað at vita um hendingina, annað enn, at leitingin eftir fólki helt uppat í gjárkvøldið.

Og eingin fráboðan er komin um, at fólk er saknað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096