Veljarakanning: Sjúrður missir sessin

Veljarakanning: Sjúrður missir sessin
Sambært veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi, missir Javnaðarflokkurin fólkatingsessin til Sambandsflokkin
Sjúrður hevði fingið flest persónligar atkvøður men ongan sess, um val var í dag
Mynd: savnsmynd  
 
02.08.2018 - 14:29

Sambært kanningini, sum fólkatingsmaður, Magni Arge hevur sent miðlunum, hevði Sambandsflokkurin verið størsti flokkur við 27,7 prosentum og Tjóðveldi næststørsti flokkur við 23,1 prosentum, um fólkatingsval var í dag. Javnaðarflokkurin hevði fingið 21,4 prosent og Fólkaflokkurin 18,5 prosent. Størstu framgongdina hevur Sambandsflokkurin, sum gongur 4,2 prosentstig fram í kanningini.

 

Toppskorari men einki gull

Gallup hevur eisini spurt, hvønn persón fólk høvdu valt, var fólkatingsval nú. Toppskorari er Sjúrður Skaale við 17 prosentum. Men í og við at Javnaðarflokkurin gerst ov stuttur, røkkur toppskoraraheiðurin ikki til ein fólkatingsess.  Næstur honum kemur Magni Arge við 11 prosentum. Síðan koma Høgni Hoydal og Edmund Joensen við 9 prosentum hvør og Kaj Leo Johannesen við 8 prosentum. Aksel Johannesen fær 3 prosent.

Gallup hevur gjørt kanningina fyri Tjóðveldi á fólkatingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945