Freist at bjóða upp á Spógvan

Freist at bjóða upp á Spógvan
Vørn hevur nú sett seinastu freist at bjóða upp á bátin Spógvan.
Mynd: Vørn  
 
07.08.2018 - 09:10

Freistin er til 15. august á middegi.

Spógvin varð lýstur til sølu 19.juli. Vørn brúkar ikki Spógvan, og tí er hann nú til sølu.

Spógvin varð bygdur í Danmark til Vaktar- og bjargingartænastuna í 1986.

Spógvin er glastrevjabátur, og hann er góðar níggju metrar langur.

Hann hevur millum annað bjargingarbát til seks fólk og aðra útgerð til bjarging. 

Spógvin verður seldur í tí standi, hann er í, og sum hann liggur við eina bátabrúgv í Havn. 

Hóast Spógvin ikki er brúktur í nógv ár, er hann hildin viðlíka øll árini, og hann hevur siglingarloyvi. 

Um nøktandi boð ikki fæst, tilskilar Vørn sær rætt til ikki at taka av nøkrum boði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713