Níggju fingu menningarkvotu

Níggju fingu menningarkvotu
38 umsóknir vóru komnir inn til menningarkvotu, og tilsamans níggju feløg ella samtøk hava fingið lut í menningarkvotunum fyri í ár.
 
15.08.2018 - 09:40

Tað varð almannakunngjørt á tíðindafundi í Fiskimálaráðnum í gjár. Á tíðindafundinum upplýsti landsstýrismaðurin eisini, at ein umsókn liggur enn í fyrisitingini. 

Eitt fyrisitingarligt ivamál er reist, og tí er ein ávís, prosentvís nøgd hildin aftur, upplýsti Høgni Hoydal.

Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.

Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár, og er hetta fyrstu ferð, at menningarkvotur eru latnar. 

Vestmanna fær mest

Vestmanna Fiskavirki fær størsta partin av svartkjaftinum, tilsamans 12.970 tons, umframt 2000 tons av makreli og stívliga 1600 tons av norðhavssild. Áramálið er fýra ár.

Partafelagið Skip og Snarfrost í Vágum fær 10.400 tons av svartkjafti, 2000 tons av makreli og stívliga 1600 tons av norðhavssild. Eisini her er áramálið fýra ár.

Menningarkvotu í 4 ár

Caption: 
Vestmanna Fiskavirki, P.f Skip og Snarfrost hava fingið lutað menningarkvotu í fýra ár.

Seks feløg fáa kvotur í eitt ella tvey ár

Partafelagið Jókin, sum hevur heimstað í Suðri, fær 8800 tons av svartkjafti. Men her er áramálið eitt ár.

Reiðaríið Steintór og TG Fish í Suðuroy fáa 900 tons av makreli og 900 tons av norðhavssild. Áramálið er eitt ár.

Rock Trawldoors í Suðri fær 1360 tons av svartkjaftakvotu. Áramálið er tvey ár.

Delta Seafood í Suðuroy fær 900 tons av makreli og 873 tons av norðhavssild. Áramálið er eitt ár. 

SÍ EISINI: Hesi fingu menningarkvotur

Felagið Vørustíggjur í Sandoynni fær 1360 tons av svartkjaftakvotu. Áramálið er tvey ár. 

Smápartafelagið Sjógæti, sum hevur heimstað í Norðureysturoy og Norðstreymoy, fær 900 tons av makreli og 540 tons av norðhavssild. Áramálið er fýra ár.

Og so fáa Kósin Seafood og Næraberg 360 tons av norðhavssild. Áramálið er eitt ár.

menningarkvotur í 2 og 1 ár

Caption: 
Hini seks feløgini hava fingið lutað menningarkvotu í ávikavist 1 og 2 ár.

Ein partur afturhildin til tíggjunda umsøkjara

Tilsamans er talan um níggju umsóknir, sum fáa 33.530 tons av svartkjafti, 7875 tons av makreli og 6759 tons av norðhavssild.

41.912 tons av svartkjafti, 8749 tons av makreli og 7510 tons av norðhavssild, tað vil siga stív 58.000 tons, skuldu býtast út sum menningarkvota í ár, men góð 48.000 tons vórðu utlutað.

Hetta kemst sambært fiskimálaráðnum av, at eitt fyrisitingarligt ivamál hevur stungið seg upp, og tí er ein ávísur prosentpartur av menningarkvotunum í ár fyribils hildin aftur. 

Tilmælið frá metingarnevndini fylgt

Á tíðindafundinum í Fiskimálaráðnum varð upplýst, at teir 38 umsøkjararnir søktu um tilsamans 289.000 tons av svartkjafti, 87.000 tons av makreli og 
67.500 tons av norðhavssild.

Harvið er also søkt um 443.000 tons av uppsjóvarkvotu - tað eru 7,6 ferðir meira enn útlutað verður í ár.

Á tíðindafundinum segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at Fiskimálaráðið hevur fylgt tilmælunum frá metingarnevndini, sum handaði landsstýrismanninum sítt tilmæli á ólavsøku.

Alt tilmælið kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321