- Landið skal virða sjálvræðið hjá kommunum

- Landið skal virða sjálvræðið hjá kommunum
Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, heldur, at kommunurnar sjálvur skulu gera av, um tær vilja samstarva við onnur um eldraøkið ella ikki.
 
31.08.2018 - 09:31

Landið skal virða sjálvræðið hjá kommununum. Kommunurnar skulu sjálvar sleppa at gera av, um tær vilja samstarva við onnur um eldraøkið, og hvønn tey vilja samstarva við.

Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri, nú Eiðis kommuna hevur havt býráðsfund um samstarvið innan eldraøkið.

Snýr seg um kommunala sjálvræðið

- Kommunala sjálvræðið skal virðast, og tað skal ikki verða tvungið samstarv. Kommunurnar skulu sjálvar velja, um tær ynskja at samstarva um eldraøkið ella ikki, sigur Jógvan í Skorini. 

Men tað merkir ikki, at Eiðis kommuna, sum er partur av VEKS samstarvinum, sum er millum Vestmanna kommunu, Sunda kommunu, Kvívíkar Kommunu og Eiðis kommunu, vil sleppa burturúr samstarvinum.

- Vit hava eitt væl skipað VEKS-samstarv. Tað snýr seg um, at landspolitikarar hava álit á kommunalpolitikarum, og at kommunala sjálvræðið verður virt, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði.

Lógin áleggur kommunum at samstarvast

Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstarvi um eldraøkið.

Landsstýrið hevur spurt kommunurnar, hvat tær halda um at broyta lógina um kommunalt samstarv, t.e.lógina um eldraøkið, soleiðis, at eldraøkið verður lagt út til hvørja einstaka kommunu sær, sum so kann velja at umsita økið einasamøll ella saman við øðrum kommunum.

Tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015, varð sagt, at skipanin skuldi endurskoðast í 2019.

Men hon verður longu endurskoðað í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012