Innanhýsis ósemja um varskógvaraskipan

Innanhýsis ósemja um varskógvaraskipan
Semja er ikki í landsstýrinum um uppskotið um varskógvaraskipan, sum løgtingið skal viðgera mánadagin
Fíggjarmálaráðið og Samferðslumálaráðið eru ávikavist fyri og ímóti skipanini
 
04.09.2018 - 13:56

Samferðslumálaráðið mælti frá, at uppskotið varð lagt fyri løgtingið.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði uppskotið fram 21.august.

Samferðslumálaráðið heldur fyrst og fremst, at ein varskógvarskipan er eitt arbeiðsmarknaðarmál, sum av røttum hoyrir undir Samferðslumálaráðið.

Ráðið heldur eisini, at ein kanning eigur at gerast fyrst fyri at vita, um brúk er fyri einari varskógvarskipan í Føroyum.

Vísir slík kanning, at brúk er fyri henni, er løgið, at bara miðfyrisitingin og stovnar hjá landinum hava brúk fyri henni.

Samferðslumálaráðið nevnir Danmark, har serliga nógvar varskógvingar hava verið á sosiala økinum hjá kommununum.

 

Fyri øll

Ein føroysk varskógvaraskipan eigur tí at vera fyri øll arbeiðspláss í landinum.

Samferðslumálaráðið vísir eisini á, at siðvenja er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir skipa sini viðurskifti.

Skal ein lóg gerast um arbeiðsmarknaðin, skal hon vera alneyðug. 

Tí skal ein kanning gerast fyrst, sigur Samferðslumálaráðið, sum rætt og slætt mælir frá í brævi til Fíggjarmálaráðið, at lógaruppskotið um varskógvaraskipan verður lagt fyri løgtingið. 

Fiskimálaráðið mælti til, at lands-grunnar eisini koma undir varskógvaraskipanina. Teir eru nú við í uppskotinum. 

Almannamálaráðið hevur ongar viðmerkingar um uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776