USA: Russland má standa til svars

USA: Russland má standa til svars
Amerikanski verjumálaráðharrin, James Mattis sigur, at Russland má standa til svars fyri sínar royndir at bróta inn í telduskipanirnar hjá OPCW
James Mattis, verjumálaráðharri
 
04.10.2018 - 14:14

OPCW er altjóða stovnurin ímóti kemiskum vápnum.

Mattis segði á tíðindafundi í dag, at USA stendur saman við Bretlandi og Niðurlondum, skrivar Reuters.

Fyrr í dag bórust tíðindi um, at Niðurlond útvístu fýra russarum í apríl. Niðurlendsku myndugleikarnir siga, at teir, vegna russisku fregnartænastuna, GRU, ætlaðu at fremja telduálop á kemiska vápnaeftirlitið, sum heldur til í Haag.

OPCW hevur til endamáls at beina fyri øllum kemiskum vápnum og hevur júst fingið heimild til eisini at avgera skuldarspurningin, tá kemisk álop verða framd.

OPCW kannar kemiska álopið í Salisbury í Onglandi fyrr í ár, har ein fyrrverandi russiskur njósnari var eitt av offrunum. Somuleiðis kannar OPCW fleiri álop í Sýria, har illgruni er um, at ólóglig kemisk vápn hava verið brúkt.

Tá altjóða samfelagið skuldi gera av, um OPCW skuldi fáa heimild til at avgera skuldarspurningin og ikki bara kanna kemisk álop, stríddist Russland av øllum alvi ímóti. Men til fánýtis.

Teir fýra russararnir, sum blivu útvístir, høvdu allir diplomatisk pass, og ein teirra var KT-serfrøðingur. Teirra ætlan var at bróta inn í KT-skipanirnar hjá OPCW, sambært niðurlendsku myndugleikunum. 

Russland hevur støðugt noktað at hava nakað við kemisk álop at gera, bæði í Salisbury og í Sýria.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961