Vørn og Fiskiveiðueftirlitið meira at gera

Vørn og Fiskiveiðueftirlitið meira at gera
Nýggja fiskivinnunýskipanin økir munandi um arbeiðið hjá  Vørn og Fiskiveiðueftirlitinum. Tað kemur fram í frágreiðingini um fiskivinnunýskipanina
 
05.10.2018 - 12:11

Sambært fiskivinnunýskipanini, skal landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hvørt ár leggja eina frágreiðing fyri tingið um fiskivinnuna.

Fyrsta frágreiðingini varð løgd fram í tinginum í dag.

Nýggja lógin hevur økt um arbeiðsbyrðuna munandi hjá Vørn og Fiskiveiðueftirlitinium, sæst í frágreiðinini. 

Nógvar nýggjar uppgávur eru, sum krevja, at fleiri starvsfólk kunnu verða sett.

Nýggja kravið, um at øll veiða skal um føroyskan kaikant, økir um virksemið í Føroyum og av tí sama kravið til eftirlitið á landi.

Tað starvast 3 eftirlitsfólk á Fiskiveiðieftirlitinum í dag, harav eru 2 av teimum bundin av uppgávum á skrivstovuni og á goymsluni. Fiskiveiðieftirlitið hevur mett, at tað vanta í minsta lagi 5
eftirlitsfólk á landi í løtuni. 

Í løtuni er neyðugt at nýta Brimil og Tjaldrið at gera kanningar á landi. Hetta er ikki skilagott. Um fleiri eftirlitsfólk vórðu sett, kundu skipini savna seg um tað, tey eru gjørd til, nevniliga eftirlit til
sjós, stendur í frágreiðingini.

Vørn hevur ábyrgd av at kanna ognarviðurskiftini hjá feløgum, sum hava ella ætla at útvega sær fiskirættindi. Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði, og í samband við at fleiri feløg koma inn í fiskivinnuna
gjøgnum antin uppboðssølu ella menningarkvotu, førir tað sjálvsagt við sær eyka arbeiði fyri Vørn.

Uppboðssølurnar seta eisini fleiri krøv til Vørnt, tí Vørn ábyrgdina av, at ognarviðurskiftini hjá keyparum eru í samsvari við lógina, og at trygdirnar í samband við keyp eru í lagi. Samstundis stendur Vørn fyri at
halda afturlatnar uppboðssølur.  Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði og økir sjálvsagt um arbeiðsbyrðuna á Vørn, sæst í frágreiðingini frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979