- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kavanaugh nærkast hægstarætti

Í gjár kunngjørdu repulikanski senatorin, Susan Collins, og demokratiski senatorin, Joe Manchin, at tey fara at atkvøða fyri, at at Kavanaugh tekur sætið í hægsta rætti. Tí eru nógv sum bendir á, at 53 ára gamli Brett Kavanaugh fær neyðuga stuðulin til at gerast dómari í amerikanska hægstarætti. Tað skriva fleiri altjóða miðlar teirra millum New York Times. Bæði hava fyrr sagt seg ivast í, um tey fara at atkvøða fyri Kavanaugh.
Nógv rumbul hevur verið eftir tilnevningina av Kavanaugh til sætið í hægstarætti. Tríggjar kvinnur hava ákært hann fyri at hava gjørt seg inn á tær kynsliga, tá hann fyri 36 árum síðani var næmingur á lærda háskúlanum, Yale.
Kavanaugh noktar seg sekan í øllum ákærunum.
Eftir útsagnirnar hjá Susan Collins og Joe Manchin, so er Kavanaugh komin eitt stig nærri sætinum.
Nýggju dómarar sita í amerikanska hægstarættinum og teir kunnu sita fyri lívið.




























