Borgarstjórasessurin og løgtingssessurin á skrá

Borgarstjórasessurin og løgtingssessurin á skrá
Málið um borgarstjórasessin og løgtingssessin hjá Kristini Michelsen, skal á skrá á næsta býráðsfundi.
 
12.10.2018 - 06:53

Heilsu og Innlendismálaráðið vil hava málið um borgarstjórasessin og løgtingsessin á skrá á næsta býráðsfundi hjá Tvøroyar býráð. Tað er andstøðan í býráðnum, sum hevur vent sær til Heilsu og Innlendismálaráðið, sum hevur eftirlit við kommunum.

Sjálvt um tað er borgarstjórin, ið gevur fundarboð og fyrireikar kommunustýrisfundir, so er markið fyri, nær borgarstjórin kann nokta at seta eitt mál á skrá, sum ein býráðslimur hevur ynkst at fáa á skrá, avmarkaður, sigur heilsu og innlendismálaráðið.

Tað, at nógvir ivarspurningar eru, ið borgarstjórin vil hava nærri útgreinað, er ikki í sjálvum sær nóg mikið til at nokta einum kommunustýrislimi at fáa mál á skrá, skrivar heilsu og innlendismálaráðið.

Heilsu og Innlendismálaráðið vil við hesum heita á borgarstjóran um at seta omanfyrinevnda mál á skrá til næstkomandi býráðsfund, endar brævið frá ráðnum til Kristin Michelsen borgarstjóra, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Næsti býráðsfundur á Tvøroyri skal vera 5. november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860