Marine Harvest kann útflyta laks til Russlands

Marine Harvest kann útflyta laks til Russlands
Heilsufrøðiliga starvsstova hevur løggilt kryvjivirkið á Strondum og sett Marine Harvest á russlandslistan
Marine Harvest hevur aling á millum annað Sandsvág.
 
21.10.2018 - 10:00

Marine Harvest í Føroyum sleppur at flyta út til Russlands og hini londini í Euvruasiatisku búskaparsamgonguni, tey eru Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan.

Nýggja kryvjivirkið hjá Marine Harvest á Strondum søkti um loyvi at koma á russlandslistan hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. 

Tá eitt føroyskt virki ætlar sær at útflyta matvørur til Russlands, skal Heilsufrøðiliga starvsstova, eftir at virkið er vorðið løggilt í Føroyum, vátta fyri Rosselkhoznadzor, sum eru russisku veterineru myndugleikarnir, at virkið lýkur øll russisk krøv, millum annað um reinføri.

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í P/f Marine Harvest Faroes sigur við Heilsufrøðiligu starvsstovu, at fyrsta lastin av laksi fer skjótt til Russlands.

75 føroysk virki hava fingið løggilding at útflyta matvørur til ES. Av teimum hava 28 virki loyvi at útflyta matvørur úr Føroyum til Russlands.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342