ES-nevndin vrakar italsku fíggjarlógina

ES-nevndin vrakar italsku fíggjarlógina
Hetta er fyrstu ferð, síðani evran gjørdist gjaldoyra, at ES-nevndin krevur, at eitt limaland broytir uppskotið um fíggjarlóg.
Matteo Salvini, innanríkisráðharri í Italia.
 
24.10.2018 - 10:29

ES-nevndin góðkennir ikki uppskotið hjá italsku stjórnini um fíggjarlóg. Tað er greitt, eftir at ES-nevndin hevur viðgjørt uppskotið.

Italska stjórnin vil sleppa at lækka pensjónsaldurin og at hækka hallið á fíggjarlógini fyri 2019.

Men almenna skuldin í Italia er longu 130 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, og uppskotið stríðir ímóti reglunum, sum evru-londini hava ásett.

Tí tekur ES-nevndin ikki undir við uppskotinum.

Hetta er fyrstu ferð, síðani evran gjørdist gjaldoyra, at ES-nevndin krevur, at eitt limaland broytir uppskotið um fíggjarlóg.

Italska stjórnin hevur tríggjar vikur at gera eitt nýtt fíggjarlógaruppskot.

Men italska stjórnin ætlar eftir øllum at døma ikki at lúka treytirnar, sum ES setur.

- Tey leypa ikki bara á eina stjórn, men á eitt fólk, og tað fær ilt í italienaran, skrivar italski innanríkisráðharrin, Matteo Salvini, á Twitter.

- Hetta er fyrsta fíggjarlógin, sum ES ikki dámar. Eg eri ikki bildin. Hetta er fyrsta italska fíggjarlógin, sum er gjørd í Rom, og ikki í Brússel, skrivar Luigi Di Maio, varaforsætisráðharri, á sínum Facebook-vanga. 

Hann stendur eisini á odda fyri Fimmstjørnu-rørsluni í Italia, sum er ímóti ES. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860