Net-trygd skipast í Føroyum

Net-trygd skipast í Føroyum
Samráðingar eru millum føroyskar og danskar myndugleikar um at skipan nationalu net-trygdina í Føroyum.
 
27.10.2018 - 12:48

Landsstýrið hevur sett sær fyri, at national net-trygd skal skipast í Føroyum, hava innleiðandi fundir verið við danskar myndugleikar.

Verjumál og national trygd eru ikki yvirtikin øki, og harafturat hava danskir myndugleikar útgerð og serfrøði, sum tørvur er á at samstarva um.

Teir fyrstu tveir fundirnir vóru í Keypmannahavn í gjár.

Ein embætisnevnd úr Fíggjarmálaráðnum og Uttanríkisráðnum í Føroyum kunnaðu danska Center for Cybersikkerhed og Verjumálaráðið um føroysku støðuna og tørvin her, og nýggjur fundur er avtalaður at verða í januar.

Center for Cybersikkerhed varð sett á stovn í 2012 sum partur av fregnartænastuni hjá donsku verjuni. Har arbeiða eini 100 fólk í dag á trimum deildum, eini ráðgevingar- og teledeind, eininet-trygdardeild og á eini cyber-greiningardeild. Center for Cybersikkerhed er ein av seks geirum í fregnartænastuni hjá donsku verjuni.

Nettrygd partur av tilbúgvingini

Í øðrum londum er national nettrygd alsamt størri partur av tilbúgvingini. Javnan hoyrist um cyberálop og -innbrot, og uttan strong og skipað trygdarkrøv kunnu grundleggjandi tænastur í samfelagnum leggjast lamnar. Um illa vil til, so kunnu cyberálop eisini skaka demokratisku grundsúlurnar so sum tjóðartingsval, lemja streymveiting og bankakervi, ella kunnu hakkarar stjala viðkvæmar upplýsingar, so sum politiskar strategiir, persónsupplýsingar ella vinnulívsdulsmál.

Í føroysku embætisnevndini, sum var í Keypmannahavn í gjár vóru, umframt Bjarna Askham, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, Leif Abrahamsen, sum hevur ábyrgdina av KT-trygdarpolitikkinum, og Svein Magnason úr Uttanríkisráðnum, tí har hoyra verjumál heima. Føroyska embætisnevndin hitti Thomas Lund-Sørensen,  sum er stjóri í Center for Cybersikkerhed og Thomas Ahrenkiel, sum er aðalstjóri í Verjumálaráðnum.
Og sum nevnt, verða tingingarnar tiknar upp aftur í januar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576