Synagoga í Pennsylvania álopin

Synagoga í Pennsylvania álopin
Ellivu fólk hava latið lív. Maðurin, ið framdi illgerðina, er handtikin.
Donald Trump sigur seg harmast álopið á synagoguna
Mynd: savnsmynd  
 
28.10.2018 - 09:34

Ellivu fólk eru deyð í einum vápnaðum álopi á eina synagogu í býnum Pittsburgh í amerikanska statinum Pennsylvania.

Maðurin, ið leyp á synagoguna í gjár, varð handtikin á staðnum. Hann er 46 ára gamla gamal og fekk sjálvur skaða, tá løgreglan kom á staðið.

Umframt tey deyðu hava onnur, sum vóru í synagoguni, fingið skaða - tvey av teimum álvarsliga.

Fýra politistar fingu eisini skaða, tá roynt varð at steðga álopinum.

Jødafíggindalig róp

Hildið verður at maðurin, ið skjeyt, var einsamallur um illgerðina. Meðan hann skjeyt, rópti hann m.a., at allir jødar skulu doygga.

Fólkini í synagoguni vóru komin saman at halda sabbatin. Enn er ikki upplýst, hvussu nógv fólk vóru í synagoguni, tá ið hon varð álopin.

Donald Trump, forseti, hevur sagt álopsmannin vera svakan, og at hann - við gerð síni - hevur sett eina skoru undir lógina um deyðarevsing.

Donald Trump segði skottilburðin hava lítið við vápnalógina og løttu atgongdina til skotvápn at gera.

- Hevði synagogan havt vaktarfólk hevði støðan verið øðrvísi, segði forsetin, og hann legði seinni aftrat, at í USA verður antisemitisma ikki told.

-----
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342