Rannvá fekk fagurbókmentavirðislønina

Rannvá fekk fagurbókmentavirðislønina
M. A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir varð fyri løtu síðani latin Rannvá Holm Mortensen fyri yrkingabókina "Sólsmakkur".
 
08.11.2018 - 17:16

Í kvøld verða M. A. Jacobsens og barnamentanarheiðurslønirnar, og fyri løtu síðani varð greitt, at Rannvá Holm Mortensen fekk fagurbókmentaheiðurslønina fyri langyrkinginabókina "Sólsmakkur". 

Nevndin, sum við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, hevur gjørt av, at Rannvá Holm Mortensen skuldi fáa virðislønirna fyri fagrar bókmentir. Nevndin hevði heimild til at lata færri enn tríggjar virðislønir og eisini onga at lata.

Í grundgevingini varð millum annað sagt, at "tann gjøgnumkomponeraða heildin av teksti og myndum lýsir lívsins gongd hjá tilkomnari kvinnu. Teir berandi myndburðirnir eru nágreiniliga evnaðir til og endurtiknir nakrar fáar væl úrvaldar ferðir - eitt satt meistaraverk". 

Talan er um tríggjar virðislønir, sum verða latnar í kvøld: Fyri fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik.

Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.

Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens.

Umframt heiðurin fekk Rannvá Holm Mortensen eisini 35.000 krónur. 

vinnarar m. a. jacobsens barnamentanarheiðursløn

Caption: 
Kvøldins vinnarar. Vár Berghamar Jacobsen, Edward Fuglø og Rannvá Holm Mortensen við Gunvør Balle, forkvinnu í mentanarnevndini, og Anniku Olsen, borgarstjóra.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896