Final Four: - Smálutirnir verða avgerandi

Final Four: - Smálutirnir verða avgerandi
Füchse Berlin og Magdeburg kenna so væl hvørt annað, og tí verða tað smálutirnir, sum fara at avgera Champions League hálvfinaluna leygardagin, heldur Hákun West av Teigum
Hákun West av Teigum til reiðar at spæla Final Four í Champions League annað árið á rað.
Mynd: Anze Malovrh/kolektiff  
 
12.06.2026 - 20:44

Füchse Berlin og Magdeburg hava verið kappingarneytar síðstu árini. 

Í fjør vunnu Hákun West av Teigum og teir í høvuðsstaðarfelagnum meistaraheitið, meðan Magdeburg dró longra stráið í Champions League, har liðini brustu saman í finaluni.

Higartil hetta kappingarárið hevur Füchse Berlin vunnið steypakappingina, meðan Magdeburg fór avstað við meistaraheitinum.

Tí eru tað tvey topptunað lið, sum kenna hvørt annað út og inn, sum bresta saman í Champions League hálvfinaluni í Lanxess-høllini í Køln seinnapartin leygardagin. Magdeburg vann sum sagt í fjør og í 22/23, meðan Füchse Berlin leitar framvegis eftir sínum fyrsta CL-gulli.

 - Tað verður øgiliga javnt. Vit vita, hvat kemur, men tað er sjálvandi eisini øgiliga ringt at steðga tí, segði Hákun West av Teigum við EHF fríggjadagin. Føroyski landsliðsvongurin vísir á øgiligu styrkina, sum Magdeburg hevur mann ímóti manni.

 

FUC_HakunWestAvTeigum_1

 

LES EISINI: Risastórt at spæla Final Four

Mathias Gidsel er heimsins størsta hondbóltsstjørna og danski bakspælarin er týdningarmesti spælarin hjá Berlin-felagnum, sum síðstu árini hevur klintra upp í heimstoppin. Eisini hann væntar ein knallharðan dyst ímóti Magdeburg.

 - Eg haldi, at hetta eru fýra tey bestu liðini í ár, sum møtast hetta vikuskiftið. Eg gleði meg og vóni, at vit kunnu spæla upp til okkara besta, tí tað mugu vit, tí annars vinna vit ikki á Magdeburg, segði Mathias Gidsel við EHF.

 

Gidsel_stutt

 

Magdeburg havt munin í ár

Magdeburg hevur havt munin, tá liðini hava spælt í Bundesliguni í ár. Eysturtýski risin vann 39-32 í Berlin í heyst, og Füchse Berlin mátti lúta 35-33 í Magdeburg í seinna dystinum.

Í hinari hálvfinaluni spæla spanska stórfelagið Barcelona, sum hevur vunnið kappingina heili 11 ferðir, og danska Aalborg, sum tapti finalurnar í 20/21 og 23/24 ímóti júst Barca. 

Füchse Berlin og Magdeburg spæla fyrru hálvfinaluni klokkan 14.00, meðan Barcelona og Aalborg spæla seinna dystin klokkan 17.00. Vinnararnir spæla finalu sunnudagin, meðan tapararnir mugu taka til takkar við bronsudysti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303