El Niño-fyribrigdi kann ávirka veðrið í Føroyum

El Niño-fyribrigdi kann ávirka veðrið í Føroyum
Veðurfrøðingur ávarar um, at eitt serliga sterkt El Niño-fyribrigdi kann ávirka veðrið kring allan heimin – eisini í Føroyum
 
13.06.2026 - 18:23

Serfrøðingar ávara nú um, at eitt serliga sterkt El Niño-fyribrigdi kann vera á veg í Kyrrahavinum. Tað kann føra til hitabylgjur og meira óstøðugt veður kring allan heimin – og møguliga eisini í Føroyum.

El Niño er eitt náttúrligt veðurfyribrigdi, sum hendir, tá sjógvurin nærindis miðkringjaranum í Kyrrahavinum gerst óvanliga heitur, og passatvindarnir vikna.

Knud Simonsen, ph.d. og hav- og veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya, sigur, at El Niño kann ávirka veðrið í heiminum.

– Tað kann føra til hitabylgjur, meira regn og meiri óstøðugt veður, sigur hann.

Hóast fyribrigdið hendir í Kyrrahavinum, so halda summir granskarar, at tað eisini kann hava ávirkan á veðrið í Norðuratlantshavi og í Føroyum.

– Tað kann føra til meira óstøðugt veður her hjá okkum, hóast granskarar ikki eru heilt samdir um, hvussu stór ávirkanin er, sigur Knud Simonsen.

Hoyr innslag í tíðindunum her:

Knud_Simonsen_kl_18

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040