- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur heilivágur kann leingja lívið hjá krabbameinssjúklingum

– Hetta er eitt søguligt gjøgnumbrot, sum vit ikki hava sæð síðan 2013.
Tað sigur Tordis Kristiansdóttir, granskari og yvirlækni á onkologiska ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum.
Krabbamein í brisinum er ein av teimum mest álvarsligu krabbameinssjúkum, tí sjúkan verður ofta staðfest ov seint, og fáir viðgerðarmøguleikar eru, men nýggjur heilivágur hevur, sambært altjóða gransking, víst seg at leingja miðallivialdurin hjá sjúklingum og bøtir samstundis um lívsgóðskuna hjá summum sjúklingum.
Serfrøðingar kalla úrslitini eitt týðandi framstig í stríðnum móti sjúkuni.
Granskingarúrslitini eru løgd fram á altjóða krabbameinsráðstevnum seinastu mánaðirnar, og fleiri lond eru farin undir at taka nýggja heilivágin í nýtslu, men tað fer at taka eitt sindur av tíð, áðrenn heilivágurin verður tøkur her um leiðir, sigur Tordis Kristiansdóttir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:


























