Ferðavinnuútbúgving í Vestmanna næsta ár

Ferðavinnuútbúgving í Vestmanna næsta ár
Útbúgvingin verður á akademistigi, og hon skal hava danska góðkenning, sigur Mentamálaráðið
 
26.11.2018 - 12:52

Ein ferðavinnuútbúgving á akademistigi verður væntandi boðin út á Miðnámi í Vestmanna næsta summar.

Fyrsta stigið í arbeiðnum at stovna eina føroyska ferðavinnuútbúgving var at gera eina tørvsmeting í vinnuni og samfelagnum, og út frá tørvsmetingini er avgjørt, at útbúgvingin skal vera á akademistigi, upplýsir Mentamálaráðið í svari til fíggjarnevndina.

Av tí at eingin slík útbúgving er í Danmark, hevur verið hugt at íslendskum útbúgvingum.

Ein íslendskur leistur er brúktur at byggja útbúgvingina upp.

Donsk góðkenning

Allar akademiútbúgvingar í Føroyum hava danska góðkenning. 

Tað merkir, talan er um danskar útbúgvingar, sum verða bodnar út í Føroyum, og tí eru øll lesandi tryggjað atgongd til víðari lestur í donsku útbúgvingarskipanini.

Mentamálaráðið ætlar, at ferðavinnuútbúgvingin eisini skal hava danska góðkenning. Arbeitt verður við hesum, men ikki er greitt, nær góðkenningin fæst í lag.

Men ætlanin er at bjóða ferðavinnuútbúgvingina út næsta summar, sigur Mentamálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485