Sigldi á land men varð bjargaður

Sigldi á land men varð bjargaður
Bæði maður og bátur vórðu bjargaðir í gjárkvøldið, tá ein bátur fór á land í Høvdasundi, sum er millum Sandoynna og Trøllhøvda 
Brimil var skjótt á staðnum, tá ein bátur fór á land í gjárkvøldið.
 
27.11.2018 - 07:30

Vørn skrivar á heimasíðu sínari, at klokkan tíggju minuttir í hálvgum sjey í gjárkvøldið boðaði Sjóbjargingarstøðin MRCC frá, at ein bátur var farin á land. 

Ein maður var í bátinum, og hann hevði bjargað sær upp á helluna.

20 minuttir eftir fráboðanina var arbeiðsbáturin hjá Brimli hjá manninum, og tað eydnaðist at fáa hann av helluni. 

Væl fyri

Maðurin varð fingin umborð á Brimil. Hann var væl fyri, men hann var kaldur.

Báturin var ikki sokkin, men gliðin av aftur landi og rikin eystur um Høvdan.

Tað eydnaðist at fáa fatur á bátinum og fáa hann lens. 

Báturin varð síðani sleipaður til Skopunar, har hann bleiv tikin upp á land.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262