Bosse hartar donsku stjórnina

Bosse hartar donsku stjórnina
Stine Bosse fílist í nýggjast blaðnum av Ræson hvassliga á semjuna um donsku fíggjarlógina.
 
03.12.2018 - 11:51

"Eg - og onnur við politiskt ókorrektum meiningum - krevja ikki, at tey, sum vit eru ósamd við, skulu tiga. Tvørturímóti. Eg eri sinnað til at kjakast nærsumhelst".

M.a. soleiðis skrivar Stine Bosse, sum føroyingar best kenna sum nevndarforkvinnu í Bank Nordik, í blaðnum Ræson. Yvirskriftirn er: "Aftan fyri fíggjarlógina er eitt handrit, sum grundleggjandi broytir Danmark. Hetta er eitt knæfall fyri víðgongdum høgratankum".

Stine Bosse fílist hvassliga á semjuna um donsku fíggjarlógina. Serliga at tann frammanundan lága integratiónshjálpin verður minkað við 2.000 krónum um mánaðin, umframt at kriminellir asylsøkjarar, sum hava fingið noktað sína umsókn, skulu sendast út á eina oyðna oyggj at verða.

- Millum okkum fara vit at hava fólk, hvørs útlit fyri einum lívi sum okkara, er slókt. Heilt slókt. Eingin grund at læra danskt, ganga í skúla, arbeiða seg fram í lívinum. Nei, tey allarveikastu í verðini, sum koma til eitt av heimsins ríkastu londum, skulu í veruleikanum verða á "toldum uppihaldi 2.0", skrivar Stine Bosse í Ræson.

- Hetta knæfallið fyri víðgongdum høgratankum eigur at gera allar fjepparar hjá Liga Nord ella Alternatife fur Deutschland grøn av øvundsjúku, sigur hon við blaðið Ræson.

Útlendingartalsmaðurin hjá Vinstra, Mads Fuglede hevur skrivað til Stine Bosse á twitter:

- Tú tykist sum ein, sum kundi brúkt eitt longri uppihald á einari av okkara mongu vøkru oyggjum fyri at koma í betri lag.

Til hetta svarar Bosse í greinini, at tað líkist ongum, at ein topppolitikari í veruleikanum biður hana halda munn.

- Eg - og onnur við politiskt ókorrektum meiningum - krevja ikki, at tey, sum vit eru ósamd við, skulu tiga. Tvørturímóti. Eg eri sinnað til at kjakast nærsumhelst, skrivar Stine Bosse.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
EM tíðindir
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
EM tíðindi - 18. januar 2026
202849
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738